Innanlands

48 tilburðir í gjár

Tveir teir seinastu dagarnar hevur talið á positivum tilburðum verið nakað væl lægri enn áður

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-11-06 16:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vit kunnu vóna, at koronutølini seinastu tveir dagarnar eru tekin um, at tað ringasta er farið framvið.

48 koronutilburðir vóru staðfestir í teimum 3255 kanningunum, sum eru gjørdar seinasta samdøgrið.

Samstundis eru 70 fólk vorðin frísk aftur eftir at hava verið positiv við koronu.

Aktiv positiv eru sostatt 733 fólk, sum eru 22 færri enn í gjár.

Seks fólk eru í løtuni innløgd í Sjúkrahúsverkinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder