2020-12-18 15:19

Ein 49 ára gamal maður varð mikudagin tikin, skuldsettur fyri at hava hótt trý alment sett í longri tíð.
Grundlógaravhoyring var í gjár, og maðurin bleiv varðhaldsfongslaður í fýra vikur, skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.
Fólkini, sum maðurin skal hava hótt, arbeiða á hvør sínum almennum stovni, og hava fingið hóttaninar í telduboðum.
Kringvarpið skrivar, at maðurin noktar seg sekan í skuldsetingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald