2021-12-16 18:20

Talið á nýggjum koronutilburðum hevur verið lágt hesar seinastu dagarnar í mun til hvat tað var í síðstu viku.
49 nýggir tilburðir vóru staðfestir í teimum 2.393 kanningunum, sum eru gjørdar seinasta samdøgrið. Samstundis eru 78 fólk staðfest frísk aftur, og talið á positivum tilburðum í løtuni er nú komið niður á 358. Tað er 29 færri enn í gjár.
Fimm eru innløgd í Sjúkrahúsverkinum við korona. Hetta er sama tal sum, tá tølini seinast vóru dagført.
Ógreitt er hvussu nógv fólk eru í sóttarhaldi. Heilsumálaráðið upplýsir fyri Portalinum, at hetta talið ikki verður dagført í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald