Tilsamans 49 persónar vórðu handtiknir í sambandi við EM-finaluna millum Italia og Ongland á Wembley í gjárkvøldið.
Bæði á og uttanfyri Wembley vóru samanbrestir millum fjepparar og løgreglufólk, og 19 løgreglufólk fingu skaða.
Uml. tveir tímar áðrenn dystarbyrjan royndu fleiri fótbóltsfjepparar at treingja seg inn á Wembley uttan atgongumerki, og hjá summum eydnaðist tað.
Vitni siga við tíðindastovuna Reuters, at fleiri vaktir vórðu álopnir, og á sosialu miðlunum síggjast eisini sjónbandaupptøkur av persónum, sum royna at troka seg inn á Wembley.
Tað er ógreitt, hvussu nógv sluppu inn á Wembley uttan atgongumerki til dystin, men slíkt kann ikki góðtakast, sigur eingilska fótbóltssambandið sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald