Mentan

5 virðislønir: Billie Eilish gjørdist stóri Grammy-vinnarin

Hon er tann fyrsta í 39 ár, sum hevur vunnið í fýra størstu kategoriunum sama kvøld

Billie Eilish við fullum ørmum av Grammy-virðislønum (Mynd: EPA)

Billie Eilish við fullum ørmum av Grammy-virðislønum (Mynd: EPA)

2020-01-27 09:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá amerikonsku Gammy-virðislønirnar vórðu handaðar í nátt, í ár fyri 62. ferð, var tað 18 ára gamla sangkvinnan, Billie Eilish, sum gjørdist stóri vinnarin.

Hon var tilnevnd í seks kategorium, og kundi hon at enda taka heilar fimm Grammy-virðislønir við sær heim.

Billie Eilish vann í øllum teimum stóru kategoriunum – "Besti nýggi artistur", "Ársins útgáva" fyri debutútgávuna "When We All Fall Asleep, Where Do We Go?", "Ársins sangur" og "Ársins upptøka" fyri lagið "Bad Guy". Eisini fekk hon eina heiðursløn fyri sína debutútgávu, sum vann í kategoriini "Besta pop útgáva".

Við hesum fimm Grammy-virðislønunum, skrivar 18 ára gamla sangkvinnan søgu. Hon er nevniliga tann fyrsta í 39 ár, sum hevur vunnið í fýra størstu kategorium sama kvøld.

Síðst hetta hendi var í 1981, tá sangarin Christopher Cross vann Grammy-virðislønir fyri "Ársins útgáva", "Ársins sangur", "Ársins upptøka" og "Besta nýggja navnið". Framm til í gjár var Christopher Cross eisini tann einasti, sum hevði megnað hetta.

Yvirlit yvir ársins Grammy-vinnarar sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder