Innanlands

50 av hesum el-rennihjólunum komin til landið

Rennihjól sum kunnu leigast umvegis eina app eru nú komin til Føroya. Eitt byrjunargjald upp á 6 krónur fyri túrin, og síðani 2 krónur um minuttin

(Mynd: Hopp)

(Mynd: Hopp)

2021-07-30 21:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag letur nýggj tænasta upp fyri havnarborgarum og øðrum, ið ferðast í havnargøtum. Tað eru eyðkendu el-rennihjólini, ið seinastu árini eru vorðin partur av býarmyndini í stórbýum kring okkum.

Íslendski veitarin Hopp stendur aftanfyri tænastuna. Hjá Hopp er altíð talan um sonevnt franchise, har lokalar kreftir reka tænastuna sum loyvishavarar. Hetta tryggjar at atlit vera tikin til býin, og at tænastan er so góð fyri brúkaran sum til ber. 

Í Føroyum er tað Ebbi Asgeirsson, ið er loyvishavari, og fer at reka fyritøkuna. Í hesum sambandi eru 50 akfør komin í havnargøtur.

Havnin er tíggjundi býurin, har Hopp veitir el-rennihjól bíliga og ómaksleyst til leigu. Fyritøkan hevur við góðari eydnu, veitt tænastuna í býum sum Reykjavík, Akureyri, Egilsstøðum og Costa Blanca. Í næstum verður Hopp eisini at finna í Miami, umframt býum í Kosovo og Rumenia.

Hopp man vera eitt tað størsta frambrotið í umleggingini til grøna orku í ferðsluni í Føroyum. Rennihjólini vera el-drivin, eins og bilarnir, ið viðlíkahalda tey eisini eru el-drivnir. Hetta kann lætta munandi um ferðsluna í miðbýnum, og kann saman við bussunum vera eitt veruligt alternativ til bilin.

Tað er bæði bíligt og ómaksleyst at brúka akførini. Tú tekur niður appina Hopp Scooters, stovnar tær ein brúkara og leggur gjaldskortið inn. Tú leggur telefonina í rennihjóli, og so ert tú klárur at  koyra.

Eitt byrjunargjald á kr. 6 er fyri hvønn byrjaðan túr, eftir hetta rindar tú 2 kr. um minuttin. Til ber at seta akfarið í biðistøðu. Tá er minutt gjaldið einans 1 kr. um minuttin.

Akførini hava hámarksferð á 25 km/t, og eru sera vælegnaði til styttri túrar. Hvørt akfar kann koyra 45 km fyri hvørja løðing. Hopp Tórshavn hevur støðugt eftirlit og heintar akførini inn til løðingar og viðlíkahald, tá tørvur er á tí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder