Fleiri grindahvalir vórðu funnir á Löngufjörum á Snæfellsnesi í Vesturíslandi hósdagin.
Hesum boðar íslendski miðilin Iceland Monitor frá.
Tað var ein íslendskur flogskipari og amerikonsk ferðafólk í einari tyrlu, ið løgdu merki til hvalirnar fyrradagin, og tað sá út til, at teir allir vóru deyðir.
Íslendska heimasíðan Vísir skrivar, at talan er um uml. 50 hvalir.
Sambært Eddu Elísabeth Magnúsdóttir, ið er havlívfrøðingur og hvalaserfrøðingur, er ringt at siga, hví grindahvalirnir endaðu har, men tað er ikki ein óvanlig sjón í Nýsælandi. Hon leggur afturat, at um ein kannar teir nærri, ber til at meta um, hvussu leingi hvalirnir hava ligið á stondini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald