Uttanlands

50 fólk í flogavgreiðsluni í Hetlandi missa starvið

Oljuvinnan repar seglini og fer nú at brúka floghavnina í Sumburg í staðin

(Mynd: Shetland News)

(Mynd: Shetland News)

2020-03-05 12:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

50 starvsfólk á Scatsta flogvøllinum í Hetlandi hava fingið boð um, at tey missa starvið, tí floghavnin ikki longur fer at verða brúkt sum veitingarfloghavn til oljuídnaðin í Norðsjónum.

Tað skrivar Shetland News í dag.

Hetta hendir eftir at Brostow Helicopters og Eastern Airways ikki hava fingið longt avtaluna um at veita flogtænastur fyri oljuídnaðin í Hetlandi.

Ein nýtt felag, Aviation Consortium, IAC, hevur fingið sáttmálan, og tað felagið ætlar at brúka floghavnina í Sumburgh, sunnast á Mainland, heldur enn Scatsta.

Sumburg er almenna floghavnin, sum avgreiðir ferðafólkaflutningin til og úr Hetlandi. Scatsta, sum liggur longur norðuri á Mainland, nærhendis oljuterminalinum í Sullom Voe, hevur so at siga bert verið brúkt í samband við oljuídnaðin.

Eastern Airways hevur í nógv ár flogið starvsfólk hjá fimm oljufeløgum millum Aberdeen og Hetland, meðan Bristow hevur tikið sær av tyrluflutninginum millum Scatsta og boripallarnar.

Shetland Islands Council eigur norðraru floghavnina í Hetlandi, sum fyri nøkrum árum síðani fekk eina umfatandi dagføring. 

Shetland News skrivar, at starvsfólkini á Scatsta Airport hava fingið at vita, at tey missa starvið síðst í juni.

Hetta eru sera keðilig tíðindi fyri økið, tí tað er ikki so langt síðani, at 100 starvsfólk mistu starvið á Sullom Voe oljuterminalinum.

Nøkur av teimum, sum nú missa starvið í Scatsta, kunnu rokna við at fáa bjóða starv í Sumburg, men tað verður neyvan meir enn umleið 20 fólk, skrivar Shetland News.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder