![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað verða hálvhundrað sjúkrarøktarfrøðingar, sum í morgin árini klokkan 7 fara í verkfall. Hetta upplýsir Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fyri útvarpinum.
Felagið truplar samráðingar við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum boðaði felagið fríggjadagin frá, at sjúkrarøktarfrøðingar fóru í verkfall mánamorgunin klokkan 7.
Verkfallið varð lýst fyri sjúkrarøktarfrøðingar á G4 á Landssjúkrahúsinum, operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum, sjúkrarøktarfrøðingar á songjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahús, og operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús hava biðið um undantøk, og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur givið undantøk fyri operatiónssjúkrarøktatfrøðingar í døgnvakt í Havn og Klaksvík umframt til seingjardeildina í Klaksvík. Undantak verður ikki givið fyri sjúkrarøktarfrøðingar á G4 á Landssjúkrahúsinum, sigur Óluva í Gong.
Undantøkini eru galdandi til nevndin tekur eina aðra støðu enn nú er, sigur forkvinnan, sum ikki siga um verkfallið verður hert komandi dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald