2025-01-12 18:25

Fleiri enn 50 størri og smærri áarlop hava verið higartil í dag. Tað upplýsir Landsverk, har tey hava havt úr at gera við at rudda vegirnar.
Áarlopini hava serliga verið í Streymoynni, í Eysturoynni og á Kalsoynni. Nógv vatn er framvegis á vegunum.
- Vit vilja mæla fólki frá at koyra á Oyndarfjarðarvegnum og Selatarðarvegnum í kvøld. Bilførarar mugu vísa størsta varsemi tá koyrt verður millum bygdir, sigur Landsverk.
Sí eisini: Video: Her loypir Svartá á Selatrað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald