Uttanlands

50.000 fólk í Sýria flýggja

ST ávarar um humanitera vanlukku í krígsherjaða landinum

Ógvusligir bardagar hava verið kring Ibn Sina sjúkrahúsið í Aleppo (Mynd: EPA)

Ógvusligir bardagar hava verið kring Ibn Sina sjúkrahúsið í Aleppo (Mynd: EPA)

2024-12-03 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ógvusligu bardagarnir, sum hava tikið seg upp í Sýria, har uppreistrardeildir hava hertikið fleiri býir, hava havt við sær, at 50.000 fólk eru flýggjað. Tað upplýsir OCHA, ein stovnur undir ST.

Uppreistrarfólk frá ymsum vápnaðum bólkum hava tikið seg fram í Aleppo og í Idlip-landslutinum í landnyðringspartinum av Sýria, og hava hertikið stórbýin Aleppo.

Í Aleppo hevur ST lýst útgongubann, og almennir stovnar, so sum universitet og skúlar eru stongdir. Sjúkrahúsini sigast et vera ovurfylt av særdum fólkum, meðan bankar og pengaautomatir eru við at tømast fyri pengar, skrivar dr.dk.

Vandi er fyri stórari humaniterari vanlukku í Sýria, ávararar samskiparin hjá ST, Adam Abdelmoula

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder