Tíggjutúsundatals fólk luttóku í gjár í mótmælinum í russiska høvuðsstaðnum, og sambært BBC vóru upp móti 60.000 fólk á gøtunum og kravdu eitt rættvíst lokalval.
Mótmælið varð góðkent av myndugleikunum, men nógv fólk vórðu kortini handtikin, tá tey fluttu seg til aðrar partar av býnum, har tey ikki høvdu loyvi at mótmæla. Eitt nú møttu fleiri upp uttanfyri skrivstovuna hjá forsetanum, Vladimir Putin.
Seinastu tvær vikurnar, hevur løgreglan handtikið hundraðtals fólk fyri at mótmæla uttan loyvi frá myndugleikunum. Í gjár varð mótmælt fyri 5. ferð innan ein mánaða.
Ein felagskapur, sum hevur eftirlit við mótmælistiltøkum, The White Counter, metti, at uml. 49.900 fólk móttu upp at mótmæla í Moskva í gjár, men tá fleiri fólk møttu upp seinni, varð talið mett at vera omanfyri 50.000.
Løgreglan metti tó, at talan bert var um 20.000 mótmælisfólk.
Seinasta vikuskifti vórðu uml. 600 fólk handtikin fyri at mótmæla uttan loyvi, og fleiri enn 1.000 fólk vórðu afturhildin vikuna áðrenn.
Mett verður, at mótmælið í gjár varð tað størsta í Moskva síðan 2011.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald