Mentan

50.000 krónur til Tvøroyrar

Sennøva Thomsen av Tvøroyri valdi at steðga meðan leikur var góður. Næsta fríggjakvøld verður gekkurin tvær milliónir krónur

(Skíggjamynd: KVF)

(Skíggjamynd: KVF)

2019-12-06 20:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sennøva Thomsen av Tvøroyri kom ígjøgnum í Gekkinum við fullari plátu, og hevði møguleika at vinna 1,8 milliónir krónur.

Hon valdi at deila upphæddina í trý, og harvið økja um møguleikan at vinna. Tað kom tó ongantíð til nakran leyp, tí í fyrsta snari lendi hon á 10.000, sum varð faldað við fimm.

Sennøva Thomsen valdi at steðga har, og fór sostatt avstað við 50.000 krónum í kvøld.

Næsta fríggjakvøld verður Gekkurin tvær milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder