Uttanlands

500.000 skamtar úr Danmark til Ukraina

Ukraina hevur fingið eina hálva millión skamtar av koppingarevni frá AstraZeneca, sum er tikið úr donsku koppsetingarætlanini

AstraZeneca varð tikið úr donsku koppsetingarætlanini í vár (Mynd: EPA)

AstraZeneca varð tikið úr donsku koppsetingarætlanini í vár (Mynd: EPA)

2021-08-06 15:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danmark hevur sent 500.000 skamtar av koppingarevni til Ukraina.

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij, sum leggur afturat, at hann er sera takksamur fyri danska stuðulin.

Talan er um koppingarevni frá AstraZeneca, sum er tikið úr donsku koppsetingarætlanini, skrivar Ritzau.

Sambært Ole Egberg Mikkelsen, sendiharri á donsku sendistovuni í Ukraina, kemur koppingarevni í einari avgerandi tíð, at tað er umráðandi at fáa koppsett so nógv sum gjørtligt áðrenn heystið.

Tað gongur seint at koppseta í Ukraina, har uml. tvær av teimum 41 mió., sum búgva í landinum, eru liðugt koppsett fyri koronu. Danmark hevur koppsett yvir helvtina av fólkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder