Í døgunum 31. januar til 2. februar verður á fjórða sinni skipað fyri klassiskari tónleikakapping fyri ungar tónleikarar. Kappingin, ið er almenn, verður hildin í Norðurlandahúsinum.
Innleiðandi umfar verður seinnapartin hósdagin 31. januar og fríggjadagin 1. februar, og so verður finaluumfar leygardagin 2. februar.
Kappast verður í trimum aldursbólkum, og Tórshavnar Musikkskúli hevur í dag kunngjørt nøvnini á luttakarunum. Tilsamans 51 ung verða við, 16 í yngsta bólkinum, 22 í miðbólkinum og 13 í elsta bólkinum:
Aldursbólkur til og við 13 ár: Anni Helena Lamhauge (akkordeon), Eva í Lon (violin), Birita Lambaa Haraldsen (tvørfloyta), Hannes Gotfred Dam (gittar), Nancy
Nónskarð Dam (violin), Sirius Jógvansson Helmsdal (trompet), Birita Høgnadóttir Debes (tvørfloyta), Natali Reginsdóttir í Dali(violin), Marta Sofía Østerø (violin), Silja F. Heinesen (akkordeon), Mikkjal Davidsen (sello), Poulina Bjarnastein Restorff (viola), Flykra av Skarði (violin), Jens Andrias Dam (kontrabass), Hanna Frederiksberg (tvørfloyta) og Zakarias Ridao Wang (sello).
Aldursbólkur 14 til og við 18 ár: Døgg úr Dímun (violin), Silas G. Hannesarson (violin), Bjørt Holm (sello), Joanna Ridao Wang (violin), Yngva Sigurdsdóttir Lamhauge (saksofon), Jákup Tórgarð (klaver), Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge (violin), Magnus í Niðristovu Olsen (tvørfloyta), Sanna Bæk Hoydal (sangur), Hjalti Vang Sámalsson (violin), Oda Drós Østerø (violin), Anna Birna Bjarnastein Restorff (violin), Helena Yngvadóttir Guttesen (klaver), Sigrið F. Hansen (kontrabass), Felisia Jógvansdóttir Helmsdal (klarinett), Elin Rasmussen (violin), Vár Iversen Lindenskov (sello), Maria á Lakjuni (tvørfloyta), Turið Andreasen (violin), Bergur Davidsen (violin), Kristianna S. Joensen (akkordeon) og Andrea Kirstina H. Møller (gittar).
Aldursbólkur 19 til og við 24 ár: Marjun Heradóttir Niclasen (viola), Annika í Jákupsstovu (klarinett), Helena Joensen (klaver), Sofus Andrias Vilhelm Poulsen (contrabass), Birita Dam (viola), Ári Berghamar Danielsen (slagverk), Maria Knudsen (tvørfloyta), Aksel Remmel (klaver), Kristina Thede Johansen (saksofon), Hjalti Bogason Støylen (gittar), Ernst Dánjalsson Remmel (trompet), Jósef Zachariassen (klaver) og Andrias Blaasvær (violin).
Teir fimm dómararnir
Fimm dómarar skulu taka støðu til hvørji sleppa víðari til finaluumfarið, og hvør í síðsta enda vinnur Stella Polaris virðislønina í teimum trimum aldursbólkunum.
Høvuðsdómari verður Tony Shorrocks úr Onglandi.
Tony Shorrocks er føddur í Kent í 1955, og fór sum sjey ára gamal at læra seg at spæla viola. Hann hevur m.a. lisið tónleik á Dartington College of Arts í Devon og er í dag virkin tónleikari, umframt at hann er leiðari fyri School of Music á University of Liverpool.
Umboðandi tónleikagreinina í breiðari merking: Stefan Jón Bernharðsson er føddur í 1978 og er búsitandi í Íslandi. Hann hevur lisið tónleik í Norra og er í dag sera virkin sum tónleikari, har hann javnan ferðast til útlondini at framføra. Eisini spælir hann 1. horn í íslendska symfoniorkestrinum.
Umboðandi Føroya Symfoniorkestur: Claire Thomsen er fødd í Hastings, Onglandi, í 1958 og byrjaði at spæla violin sum 7 ára gomul. Í 1976 byrjaði hon lesturin í London, har hon lærdi violin og klaver. Í 1983 flutti Claire til Føroya í starv sum violin- og klaverlærari. Summarið 2018 hevði Claire 35 ára starvsdag bæði í Tórshavnar Musikkskúla og Føroya Symfoniorkestri.
Umboðandi Tórshavnar Musikkskúla: Sunleif Rasmussen er føddur í 1961 og hevur lært tónleik í Norra og á Kongaliga Musikkkonservatorinum í Keypmannahavn. Sum tónasmiður hevur hann veruliga gjørt vart við seg bæði í Føroyum og uttanlands, og í 2002 vann hann Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið Symphony no. 1 – ”Oceanic Days”.
Umboðandi áhoyrararnar: Diana Gilstón er 55 ár, úr Tórshavn og starvast sum deildarleiðari hjá Taks. Diana er virkin kórsangari, og tað er gjøgnum kórsangin, at áhugin fyri klassiska tónleikinum er sprottin. Eisini er hon sera virkin innan ymiskt nevndararbeiði, eitt nú sum forkvinna fyri Havnarkórið og Konsertfelagið.
(Broytt kl. 21.35)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald