Mentan

51 listafólk sýna fram á fleiri framsýningum

Varmakelda: Tað verður list við lít, tá fimmti árini fyri Varmakelduframsýningina verða hildin

2019-06-13 15:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Listarligi gróðurin í Fuglafirði rennur upp í slokk, nú tað verður hátíðarhildið, at liðin eru fimmti ár síðan ta fyrstu listaframsýningina á Varmakeldu.

Nú Varmakeldan so smátt nærkast eru fyrireikingarnar farnar í gongd við at skipa fyri fleiri listaframsýningum fyri at markera 50 ára dagin.

Í veruleikanum er hátíðarhaldið longu byrjað. 1. juni lat upp framsýning í Ribarhúsi, kallað ”Teir gomlu”, við málningum av elsta ættarliðinum av listamálarum í Fuglafirði, menn, sum nú eru deyðir og sum allir vóru við til fyrstu framsýningina í 1969. Teir eru Símun Olivur Johannesen, Kristjan Hansen (Kristjan hjá Bendikt) , Kristjan Vígdá, Valdemar Djurhuus, Símun Pauli (Poll) Øre og Hans J. Hansen yngri á Brúnni.

Henda framsýningin er longu tikin niðuraftur.
Hetta fyri at geva pláss fyri næstu framsýningini, sum verður kallað “Arkitektarnir”.

Hetta er framsýning við verkum hjá arkitektunum Niels Midjord, Jákup Paula Johannessen, Rúna Abrahamsen og Eyðuni Eliasen, sum allir eru fuglfirðingar. Henda framsýningin er opin til 22. juni.

24. juni til 8. juli verður so “Stóra brakið” í sambandi við sjálva varmakeldustevnuna. Hesar dagarnar verða framsýningar í ikki minni enn seks støðum við heili 41 listafólkum. Tilsamans er sostatt talan um framsýningar við 51 listafólk tilsamans.

Framsýningarnar verða hesar:

Í gamla FK-bygninginum: Hergerð Joensen, Helena Kjeld, Hans Mohr, Edith Mørkøre, Randi Gunnarsdóttir, Hallveig Hansdóttir, Kári Svensson og Tummas Jákup Thomsen.


Í Norðoya Sparikassa: Jastrid á Dalbø, Bjørg Mohr, Jørgin Olsen og Ragnhild Kjærbo.

Í Ribarhúsi: Sámal Toftanes, Rúna Hansdóttir, Øssur Mohr, Frits Johannesen, Marjun í Lambanum og Heðin Kambsdal.

Í Mentanarhúsinum: Svanna Lambastein, Pia Andersen, Dávid á Brúnni, Katrin á Lakjuni, Elin Larsen, Randi Vang og Anni Haraldsen.


Í Lonini: Jógvan Andrias á Brúnni, Marnhild Kambsenni, Malan Kjærbo, Bernhard Samuelsen og Terji Beder.

Í Ráðhúsinum: Jóhan M. Kristiansen, Kristina Joensen, Jens Klæmint Jacobsen, Odvør á Lakjuni, Suffía Nón, Sædis Eilifsdóttir, Karina Petersen, Rakel Antoniussen, Rebekka Petersen, Rógvi Odvørson og Helgi Midjord.

Sjeynda framsýningin verður sjálva varmakeldustevnuna 29. og 30. juni, tá framsýningarnar “Teir gomlu” og “Arkitektarnir” verða hongdar upp í hølinum, sum øll hesi árini hevur verið karmur um Varmakelduframsýningina, nevniliga fimleikarhøllini í skúlanum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder