Innanlands

52 koronutilburðir í gjár

103 vóru staðfest frísk aftur

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-11-08 18:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Koronutølini sveiggja nakað fyri tíðina. Eftir at hava verið minkandi, og at tað fyrradagin vóru 29 tilburðir, vóru í gjár staðfestir 52 koronutilburðir.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

3099 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið. 103 fólk eur staðfest frísk aftur eftir at hava fingið staðfest koronu. Í løtuni eru 630 aktivir tilburðir, fimm eru innløgd í sjúkrahúsverkinum og seks fólk eru nú deyð við koronu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder