Innanlands

5,2 milliardir í lønum fyrra hálvár

Hjá kvinnunum, ið áttu tvær milliardir, er vøksturin 9,3 prosent, meðan menninir, ið áttu 3,2 milliardir, høvdu eina minking á 0,9 prosent

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-14 16:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, eru samlaðu lønargjaldingarnar aftur farnar at vaksa.

Fyrra hálvár í ár vóru knappar 5,2 mia. krónur útgoldnar í lønum – góðar 140 mió. ella 2,8 prosent meira enn fyrra hálvár í fjør, og 5,4 prosent meira enn fyrra hálvár fyri tveimum árum síðani, skrivar Hagstovan.

Av lønargjaldingunum áttu menninir knappar 3,2 mia. krónur, og kvinnurnar tvær mia. krónur fyrra hálvár í ár.

Hjá kvinnunum er talan um ein vøkstur á 9,3 prosent, meðan talan er um eina minking á 0,9 prosent hjá monnunum samanborið við fyrra hálvár í fjør.

Hjá kvinnunum heldur vøksturin fram, meðan lítil og eingin vøkstur hevur verið hjá monnunum seinasta hálvtannað árið.

Tá hugt verður at ymisku vinnugreinunum sæst, at lønargjaldingarnar í 'almenna o.a. tænastu' er talan um ein vøkstur á  7,8 prosent, og innan 'privatar tænastuvinnur' er vøksturin 8,5 prosent. Hinvegin minkaðu lønirnar í 'byggivinnu o.a. tilvirking' við 3,5 prosent, og í 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnum' við 8,4 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder