Fyrst í desember búðu 52.920 fólk í Føroyum.
Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni, og her er eisini talan um hægsta tal, sum nakrantíð hevur verið skrátt sum fastbúgvandi í Føroyum.
Sum altíð toppaði fólkatalið í august fyri síðan at lækka aftur, tá skúlarnir byrjaðu aftur.
Í august búðu 52.803 fólk í Føroyum, og komið varð upp aftur á hetta støðið longu í november mánaði, og talið er síðan hækkað aftur pr. 1. desember.
Av teimum 52.920 fólkunum, sum vóru skrásett at búgva í Føroyum 1. desember, vóru 27.412 mannfólk og 25.508 konufólk, altso gott 1.900 fleiri menn. Prosentbýtið er 51,8 prosent menn og 48,2 prosent kvinnur, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni.
![]()
Nógv flest, 21.315 fólk búðu í Suðurstreymoy, 11.981 í Eysturoy, 6.288 í Norðoyggjum, 4.661 í Suðuroy, 4.010 í Norðurstreymoy, 3.363 í Vágum og 1.302 í Sandoy.
Tá hugt verður eftir aldurspýramiduni sæst týðuliga, at umframt yvirvág mannfólkamegin, so er tað serliga í aldursbólkunum 20 til 29 ár, at tað – framvegis – er stórt undirskot av konufólki í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald