2021-11-24 21:19

Hóast avmarkandi tiltøk við eitt nú koronupassi í næstan tvær vikur, vísir tað seg at vera trupult, at fáa koronutølini niður.
Í gjár vóru 53 tilburðir staðfestir, vísa tølini frá myndugleikanum.
Øll tey sum eru blivin testað positiv hava fingið boð frá landslæknanum.
2.423 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið.
Í løtuni eru 389 aktivir koronutilburðir umframt at 524 fólk eru sett í sóttarhald. Sjey fólk eru innløgd við koronu á Sjúkrahúsverkinum, og hetta er tað sama sum í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald