Uttanlands

54 ára gomul donsk Hollywood-stjørna átt barn

Dótturin, Frida, er fimta barnið hjá Brigitte Nielsen

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-06-24 10:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska sjónleikarinnan og realitystjørnan Brigitte Nielsen hevur júst fingið sítt fimta barn.

"Vit eru so glað um at kunna bjóða vøkru dóttur okkara vælkomnari í lív okkara. Ferðin hevur verið lang, men tað hevur verið tað vert. Vit hava ongantíð verið meira forlipt," segði maður hennara, Mattia Dessi, við People Magazine.

Lítla gentan, ið skal eita Frida, vigaði 2,5 kilo, tá hon varð fødd fríggjadagin.

Brigitte Nielsen eigur frammanundan fýra vaksnar synir, og sostatt er Frida fyrsta dótturin og eisini fyrsta barnið, ið Brigitte Nielsen og Mattia Dessi fáa saman. Tey hava verið gift síðan 2006.

Brigitte Nielsen boðaði frá graviditetinum á sosialu miðlunum í mai mánaða, tá hon legði eina mynd út av sær sjálvari við stórum búki.

Nógv ynsktu henni tillukku, men har vóru eisini fólk, ið ivaðust, um tað yvirhøvur kundi bera til hjá henni at blíva við barn í so høgum aldri.

Brigitte Nielsen verður 55 ár í juli, og er ikki einasta kenda kvinnan, ið hevur fingið barn í einum høgum aldri. Í fjør átti songkvinnan Janet Jackson sítt fyrsta barn sum 50 ára gomul.

 

 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder