2021-12-22 12:48

Nú eru 93.529 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 41.397 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, 40.424 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og 11.707 fólk hava fingið trý prik.
Í gjár vórðu 577 fólk koppsett. Níggju fólk fingu fyrru koppsetingina, 23 fingu tað seinnu, og 545 fólk fingu triðja prikið.
92,5 prosent av fólkinum í Føroyum, ið eru 12 ár og eldri, eru nú koppsett. Yvir 90 prosent hava fingið tvær koppsetingar, og 26 prosent hava fingið trý prik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald