Innanlands

55 prosent av fólkinum hava fingið fyrru koppsetingina

1.475 fólk vórðu koppsett um vikuskiftið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-05 09:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru nærum 50.000 koppsetingar gjørdar í Føroyum.

29.547 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 20.274 hava fingið seinnu koppsetingina.

Hetta merkir, at 55,4 prosent av fólkinum í Føroyum nú eru koppsett fyri koronu, og at 38 prosent av fólkinum eru liðugt koppsett, skrivar corona.fo.

Um vikuskiftið vórðu 1.475 fólk koppsett. 950 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 525 fólk fingu seinnu koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder