Innanlands

550.000 krónur frá Reyða Krossi til hjálparátøk í Miðjarhavinum

Í samstarvi við Føroya landsstýri letur Reyði Krossur beint yvir eina hálva millión krónur at bjarga flóttafólkum í Miðjarhavi

2022-12-07 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í fjør fór Altjóða Reyði Krossur (IFRC) undir at skipa hjálparátøk í Miðjarhavninum, við tí endamáli at bjarga mannalívum og tryggja heilsu og tign hjá flóttafólki í neyð, og Reyði Krossur Føroya boðar nú frá, at hann letur 550.000 krónur til endamálið.

– Flóttafólkafarleiðirnar úr Afrika og Miðeystri til Evropa eru ímillum vandamiklastu farleiðirnar í verðini. Farleiðin úr Norður Afrika til Italia hevur leingi verið tann mest brúkta og vandamiklasta farleiðin fyri menniskju, ið koma til Evropa sjóvegis. Í 2021 lótu 2.047 fólk lív í royndini at sigla um Miðjararhavið - hetta talið er tó helst væl hægri, tí tað kemur ofta fyri, at skip, sum ganga burtur, ikki verða fráboðað, skrivar Reyði Krossur.
– Ein liður í hesum arbeiði er bjargingarbáturin Ocean Viking. Umborð á Ocean Viking veitir Reyði Krossur tryggleika og umsorgan til bjargaðu flóttafólkini - eitt nú fyrstuhjálp, mat og drekka, heilsu- og reinførishjálp, hjálp til kvinnur við barn, neyðsynjarvøru, vernd og annað, alt eftir tørvi og umstøðum. Eisini syrgir Reyði Krossur fyri, at flóttafólkini fáa álítandi kunning um, hvar tey kunnu leita sær hjálp ígjøgnum lokala Reyða Kross felagið í landinum, tey koma til.

[object Object]

Í tíðarskeiðnum februar til november í 2022 hevur Ocean Viking bjargað 2.392 flóttafólkum úr sjónum, harímillum 14 kvinnum, sum eru við barn, 705 børnum, og 533 børnum, ið ikki vóru í fylgi við einum vaksnum, skrivar Reyði Krossur Føroya, sum í samstarvi við Føroya landsstýri letur beint yvir eina hálva millión krónur til endamálið.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder