Innanlands

55.409 fólk búðu í Føroyum 1. juni

Fólkatalið vaks við 647, í mun til 1. juni

Fólkatalið fór upp um 55.000 í februar, og tað heldur fram at vaksa (Mynd: hagstova.fo)

Fólkatalið fór upp um 55.000 í februar, og tað heldur fram at vaksa (Mynd: hagstova.fo)

2026-07-10 18:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann 1. juni búðu 55.409 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 647 fólkum, ella 1,2 prosentum seinastu tólv mánaðirnar.

Hetta skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

Vøksturin var meir enn tvífalt so stórur sum í undanfarnu tólv mánaðunum. Serliga nettoflytingin hevur havt eitt stórt íkast til fólkavøksturin seinasta árið.

Fólkatalið fór upp um 55.000 í februar. Tað heldur fram at vaksa og er longu farið upp um 55.400 fólk.

- Fólkavøksturin, sum hevur verið lakur í góð tvey ár, er seinastu tíðina vaksin, og lutfalsligi vøksturin er aftur oman fyri eitt prosent eftir at hava verið um hálvt prosent í hálvttriðja ár. Myndin niðanfyri vísir gongdina mánað fyri mánað.

[object Object]

Størri fólkavøkstur

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 185 fólk og einari nettoflyting á 462 fólk. Tað eru samanlagt ein fólkavøkstur á 647 fólk — 401 fólk fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Burðaravlopið var um 30 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 22 fleiri børn fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd, skrivar Hagstovan

- Stór broyting var í nettoflytingini, sum vaks úr 89 í undanfarna tíðarskeiði upp í 462 seinasta árið. Tilflytingin vaks samstundis sum fráflytingin minkaði. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.

[object Object]

Vaksandi nettoflyting

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Trendarnir vísa, at frá ársbyrjan 2024 fram til fjørsummar var gongdin í til- og fráflytingini á nøkulunda sama stigi. Nettoflytingin var tí sera lítil. Síðani er gongdin broytt nakað. Gongdin í tilflytingini er síðan fjørsummar vaksin, meðan gongdin í fráflytingini er minkað. Gongdin i nettoflytingin er tí vaksin munandi síðan tá. 

[object Object]

Sí fleiri hagtøl her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder