Innanlands

561 koronutilburðir í gjár

Talið á positivum minkar. Átta fólk eru innløgd av koronu

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-02-16 15:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

561 koronutilburðir vórðu í gjár staðfestir í 946 kanningum, vísir nýggjasta uppgerðin frá myndugleikunum.

Eisini gjørdust 663 fólk frísk aftur. Talið á positivum í løtuni gongur spakuliga niður eftir, og tað eru nú 4283 positiv í Føroyum. Hetta er 102 færri enn í gjár.

Átta fólk eru innløgd í Sjúkrahúsverkinum av koronu. 16 aðrir sjúklingar hava koronu, men eru innlagdir av aðrari orsøk.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder