Uttanlands

57 fangar deyðir í brasilskum fongslum

15 doyðu sunnudagin, meðan 42 vórðu funnir deyðir í gjár

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2019-05-28 09:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stríð millum bandar í Brasilia hevur seinastu dagarnar kosta 57 fangum í fleiri fongslum í Brasilia lívið.

Sunnudagin doyðu 15 fangar í einum bardaga millum fleiri bandar í einum fongsli í norðara parti av Brasilia. Og í gjár vórðu 42 fangar funnir kvaldir í upp til fýra ymiskum fongslum í Amazonas-økinum.

Myndugleikarnir søgdu seg í nátt aftur at hava fingið tamarhald á støðuni. Bardagar millum bandar er ein stórur trupulleiki í fongslum í Brasilia, og trupulleikin gerst størri við at stórt plásstrot er í fongslunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder