Innanlands

5,7 milliónir til krabbamein

Føroyingar stuðlaðu stríðnum móti herviligu sjúkuni við 5,7 milliónum krónum

(Skíggjamynd: KVF)

(Skíggjamynd: KVF)

2021-03-27 22:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Kringvarpinum í kvøld hevur verið savnað inn til dystin móti krabbameini. Og sigast má, at tað hevur gingið væl at fáa føroyingar at stuðla arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum.

Heilar 5,7 milliónir vóru savnaðar inn í sendingini í kvøld, og tað er eitt vet meira enn seinast, ein slík sending var í sjónvarpinum, tá 5,2 milliónir vórðu savnaðar inn.

- 5,2 milliónir hava spøkt, men tað er ótrúligt at vit hava fingið so nógv inn, segði ein ovfarin Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, tá stóra upphæddin stóð á skíggjanum.

- Vit fara at brúka pengarnar til gagn fyri tey sum eru sjúk, tey sum var av, og til at stuðla gransking um, hvat er seligt her við krabbameini her í Føroyum, upplýsti forkvinnan.

Vónandi gera 5,7 milliónir mun í stóra arbeiðinum, sum Krabbameinsfelagið ger.

Um vit skulu koma við nøkrum orðum um sendingina, so var tað harmiligt, at tað gjøgnum sendingina - serliga fyrra partin av sendingini - ikki var betri upplýst hvussu ein kundi stuðla. Um hetta hevur verið við til, at tað komu færri pengar inn í hesari annars stórslignu sendingini, er ringt at siga. Greitt er tó, at hvør króna ger mun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder