Innanlands

5.748 fólk eru koppsett tríggjar ferðir í Føroyum

Hetta svarar til trettan prosent av teimum, ið eru yvir tólv ár. 466 koronukoppsetingar vórðu gjørdar í gjár

2021-11-30 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

466 koronukoppsetingar vórðu gjørdar í Føroyum í gjár, 29.11. 39 fólk fingu fyrra prikið, 153 fingu koppseting nummar tvey, og 274 fólk fingu triðja prikið. 

Tað eru serliga tey, sum koppseta seg fyri triðju ferð, ið fáa talið uppeftir. Seinastu tíðina hevur tað at fáa triðja prikið tikið dik á seg. Hetta verður gjørt fyria eina betri verju - virknaðurin av koppsetingunum minkar við tíðini, vísa granskingar.

Í løtuni verður kannað, um Pfizer-BioNTech, ið hevur verið nýtt í Føroyum, er effektiv í mun til nýggja Omicron frábrigdi. Hetta frábrigdi er ikki staðfest í Føroyum enn, men hetta er helst bert ein spurningur um tíð.

41.167 fólk eru koppsett í Føroyum, og hetta svarar til 92,1 prosent av teimum yvir 12 ár. 39.523 fólk hava fingið koppsetingin nummar tvey - 5.748 fólk, 12,9 prosent, hava fingið trý prik.

Tilsamans 86.439 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum, upplýsir corona.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder