
Miðalsmittutalið seinastu sjey dagarnar hevur verið vaksandi síðani um miðjan november, og við 58 tilburðum í gjár, er talið nú komið upp á 59.
Talið er avgerandi í mun til ljóskurvaskipanina hjá Landsstýrinum, sum siga at so leingi tað eru millum 15 og 75 í miðal nýggir tilburðir um dagin í eina viku, kunnu vit liva lutfalsliga frítt undantikið, at koronapass er kravt í ymsum støðum.
Eftir núverandi skipan er tað soleiðis, at kemur talið upp um 75 smittað um dagin í eina viku, so verður mark sett á at tíggju fólk kunnu savnast, øll sum kunnu skulu arbeiða heimanifrá, dagstovnar lata aftur eins og eitt nú matstovur, náttarlív og ítróttarlív stongir.
Teir 58 tilburðirnir í gjár vóru staðfestir í 1.521 kanningum, sum eru væl færri kanningar enn seinastu dagarnar. Positiv-prosentið er høgt, og er uppi á 3,81. Hetta er tað hægsta positiv-prosentið síðani høga talið á koronutilburðunum síðst í oktober.
Seks fólk eru nú innløgd í Sjúkrahúsverkinum við koronu, og hetta er ein fleiri enn í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald