Innanlands

596 metrar eftir at bora

48 metrar vórðu boraðir í Sandoyartunlinum í farnu viku, og bert tveir av teimum vóru boraðir á Gomlurætt

Traðardalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Traðardalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-08 12:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 10.190 av 10.786 metrum boraðir í Sandoyartunlinum, og eru sostatt bert 596 metrar eftir at bora.

Í farnu viku vóru tilsamans 48 metrar boraðir – 46 metrar í Traðardali, og tveir metrar á Gomlurætt.

Hetta er nakað tað sama sum vikuna áðrenn, tá 45 metrar vóru boraðir – allir í Traðardali. Einki var borað á Gomlurætt ta vikuna. Orsøkin var, at arbeitt varð við at fylla betong í eina gong við vánaligum tilfari, sum gongur tvørtur um tunnilin. Arbeitt verður við at tryggja gongina, skrivar felagið handan Sandoyartunnilin á Facebook.

Tilsamans eru nú 5.460 metrar boraðir í Traðardali, og 4.730 metrar eru boraðir á Gomlurætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder