Innanlands

6. flokkur í Kollafjarðar skúla vann fiskikappingina

Hvørt ár sleppa 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu ein fiskitúr við sluppini Wetward Ho, og eins og undanfarin ár varð skipað fyri fiskikapping

6. flokkur i Kollafjarðar skúla saman við Heðin Mortensen, borgarstjóra, og manningini á Westward Ho (Mynd: Tórshavnar kommuna)

6. flokkur i Kollafjarðar skúla saman við Heðin Mortensen, borgarstjóra, og manningini á Westward Ho (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2024-10-06 09:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eins og undanfarin ár hevur Westward Ho skipað fyri fiskikapping.

Hvørt ár sleppa 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu ein fiskitúr við sluppini, og hósdagin vórðu vinnararnir av kappingini heiðraðir við steypahandan í Kollafirði.

Vinnarin av kappingini fyri einstaklingar var Markus úr Kollafjarðar skúla, ið fiskaði ein kalva, ið vigaði heili 10,3 kg. Eisini var tað 6. flokkur í Kollafjarða skúla, sum við sínum 77 fiskum fiskaði flest fiskar.

Hetta er triðju ferð, at Kollafjarðar skúli vinnur kappingina, skrivar Tórshavnar kommuna.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, handaði steypini. Hann vísti í stuttari røðu á týdningin av, at børn á henda hátt fáa samband við sjógvin og sleppa á flot at royna seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder