Innanlands

6. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt setti met við 176 fiskum

Aftur í ár eru 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu á floti við Westward Ho, og hava flokkarnir kappast um, hvør fær flest fiskar, og hvør næmingur fær størsta fiskin.

2026-08-24 11:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Spentir og hugagóðir næmingar í 6. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt, vóru hósmorgunin 20. august túrin við Westward Ho og settu met við 176 fiskum. Higartil hevur metið verið 124 fiskar.

Síðani 2009 hevur tað verið fastur táttur, at næmingar í 6. flokki í Tórshavnar kommunu eru farnir ein fiskitúr við Westward Ho. Á fiskitúrinum læra næmingarnir nakað um sjógv og fiskiskap.

[object Object]

Foreldur, ommur og abbar eru vælkomin við á túrin og tí møguleikanum høvdu fleiri eisini tikið av hósdagin.

Túrarnir í ár eru í tíðarskeiðnum 14. august til 2. september.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder