Innanlands

60 fólk á landsfundi hjá Miðflokkinum

Grækarismessudag hevði flokkurin landsfund í Skúlanum á Fossánesi

2021-03-13 10:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Grækarismessudag hevði Miðflokkurin landsfund fyri 2021 í Skúlanum á Fossánesi.

Út móti seksti fólk høvdu leitað sær norður til fundar, harímillum vóru nógv nýggj andlit at síggja. Kjakið var lívligt, hugaligt og frameftirlítandi.

Løgtingsmenninir, Stefan Klein Poulsen og Bill Justinussen, greiddu frá løgtingsarbeiðinum og formaðurin, Jenis av Rana, frá arbeiðinum sum landsstýrismaður.

Fundarfólkið fegnaðist um avrik floksins í samgonguni, og eggjaðu politikarunum at halda á við stríðnum at tryggja øllum føroyingum tíðarhóskandi bústað og virðiligar sosialar umstøður. Dentur varð lagdur á týdningin av tryggum útbúgvingarmøguleikum, og harmast varð um ótryggleikan, ið mong siga frá á barnaverndarøkinum.

Vána støðan, ið botnfiskaflotin er staddur í, fekk eisini rúmd, og loysn av trupulleikanum varð umrødd.

Fegnast var um sendistovuna í Ísrael og góðu og styrktu støðu Føroya á uttanríkispolitiska økinum.

Formaður teirra ungu, Aksel Berg, greiddi frá ovurstóra týdninginum Miðflokkurin hevur í føroyskum politikki, og hann eggjaði ungum at gerast aktivir luttakarar í samfelagsligu menningini.

Nevndarval var eisini á skránni, í nýggju nevndini sita: Mia av Kák Joensen, Aksel Berg, Danjal av Rana, Rani Skaalum, og Fimmbogi Poulsen.

– Miðflokkurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder