Innanlands

6000 fólk á ovastevnu

Hetta er tað mesta talið av stevnugestum í nógv ár

2021-08-15 08:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur Nólsoy verið karmur um væl vitjaða ovastevnu. Ein rúgva av fólki var á stevnuni, sum m.a. bjóðaði ítrótt, tónleik, kabarett og felagssang.

Ternan sigldi aftur og fram um Nólsoyarfjørð hvønn tíma frá leygardagin á miðdegi, og tá ið hon loysti úr Nólsoy kl 5:30 í morgun, kundi skiparin staðfesta, at Ternan hevði flutt fleiri enn 3.000 stevnugestir til Nólsoyar.

Eisini vóru met nógvir bátar við bryggju í Nólsoy leygardagin, so samlaða talið av gestum á ovastevnu hevur verið gott 6.000, hetta er mesta talið av stevnugestum í nógv ár.

6000 fólk er eisini rættiliga nógv, tá hugsað verður um at tað einans búgva 220 fólk í Nólsoy. Men alt hevur gingið uppá stás, tí bygdafólkið hevur lagt nógv fyri, at taka ímóti stevnugestum. Øll tilbúgvingin var eisini klár, um okkurt skuldi hent.

Fyriskiparnir siga, at stevnan hevur gingið sera væl.

- Hýrurin var góður í Nólsoy, eisini hóast tað hevði hug at sirma ein løtu leygarkvøldið. Fólk funnu saman í tjaldinum á keiini, inni hjá nólsoyingum og í teimum nógvu bátunum, ið lógu við bryggju, sigur Ann-Mari av Skarði, høvuðsfyrireikari.

Fyriskiparnirnir takka øllum, ið vóru við at seta góðan dám á stevnuna og gleða seg at bjóða aftur á ovastevnu í Nólsoy 12.-14. august í 2022.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder