Seinastu tvær vikurnar eru uml. 6.000 fólk rýmd úr Sudan til grannalandið, Miðafrikalýðveldið, upplýsir ST.
85 prosent av teimum eru kvinnur og gentur.
Í Sudan, har ófriður hevur verið seinastu vikurnar, hava fleiri milliónir fólk verið fangað í heimi sínum, men 75.000 fólk eru eisini rýmd úr heimi sínum til onnur støð í landinum.
Higartil hava yvir 500 fólk latið lív í ófriðinum, og fleiri enn 4.500 eru særd, sambært almennu tølunum. Veruliga talið verður tó mett at vera hægri, skrivar Ritzau.
Miðafrikalýðveldið er eitt av fátækastu londunum í heiminum, og har hevur eisini verið ófriður síðan 2013, tá uppreistrarbólkar koyrdu fyrrverandi forsetan frá.
Umframt tey 6.000, sum eru rýmd til Miðafrikalýðveldið, eru 20.000 rýmd til grannalandið Kjadd, 4.000 eru rýmd til Suðursudan, og 3.500 eru rýmd til Etiopia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald