Uttanlands

60.000 hermenn í Kina skulu planta trø

Málið er, at 23 prosent av landinum skulu verða skógarøkir

Hermenn úr Kina skulu seta trø niður í næstum (Mynd: EPA)

Hermenn úr Kina skulu seta trø niður í næstum (Mynd: EPA)

2019-05-02 20:01 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Sambært The Independent skulu 60.000 hermenn í Kina ikki gera vanliga hertænastu í eina tíð. Ístaðin skulu teir planta trø í hópatali. 

Tað er í Hebei-økinum, sum liggur kring Bejing, at trøðini skulu setast niður. 

Bretski miðilin veit at siga, at Kinverska stjórnin hevur tikið avgerð um, at 84,000 ferkilometrar av trøðum skulu setast niður í ár. Tað svarar til støddina av Írlandi. 

Ætlanin er eisini, at 23 prosent av landinum skal verða skógarøki innan 2020. Í er 21 prosent av Kina skógarøki. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder