Reyði Krossur Føroya hevur gjørt av at lata 600.000 krónur í stuðul til verkætlanir sum verða stýrdar í samstarvi við Sýriska Reyða Hálvmána. Tær snúgva seg um at menna heilsutænastur, psychososialan stuðul, neyðhjálp og førleikamenning.
Hesum boðar Reyði Krossur Føroya frá í dag.
Um støðuna í Sýria sigur Reyði Krossur soleiðis:
- Í Sýria leikar størsta humanitera kreppan, sum heimurin hevur sæð síðan seinna heimsbardaga, enn á. Kreppan hevur skjótt vart í níggju ár, og enn er tørvurin á hjálp sera stórur. Hetta seinasta árið hevur verið serliga merkt av vaksandi ófriði, og í dag er annarhvør sýri noyddur frá húsi og heimi. Harafturat kann henda árisins tíð vera sera hørð við langum tíðarskeiðum við kava og kuldastigum. Tey, sum ikki hava eitt heim, eru serliga sárbær í kuldanum, og eru tey mong, ið ikki hava hóskandi klæðir ella skjól.
- Í summum pørtum av landinum eru fólk byrjaði at flyta heim aftur, men vegurin er enn langur. Heima mugu tey liva undir áhaldandi vanda fyri ósprongdum bumbum, væntandi arbeiði, útbúgving og heilsutænastum.
Sambært Reyða Krossi, verður mett, at yvir 13 mió. sýrar í løtuni hava tørv á neyðhjálp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald