Mentan

600.000 krónur til Herman Jespersen

Í aðru royndini at snara hjólinum, lendi Herman Jespersen, sum býr í Svøríki, á gula leypinum

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

2020-09-11 20:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ein øgiligur rómur í Norðdepli fyri løtu síðani, tá Herman Jespersen í Gekkinum gjørdist 600.000 krónur ríkari.

Beiggi hansara, Karstin Jespersen, var fjarritari. Hann greiddi frá, at bróðurin búði í Svøríki, og var á vitjan í Føroyum. Herman hevði fingið seðilin frá mammu síni, og beiggin Karstin greiddi frá, at Herman ikki tordi at hyggja upp, so spentur var hann.

Gekkurin í kvøld var 1,7 milliónir, men Herman valdi at deila upphæddina í trý fyri at økja um møguleikan at vinna. Og rætt gjørdi hann.

Í aðru royndini at snara hjólinum eydnaðist tað norðdepilsbúgvanum at raka gula leypin, og tryggja beiggjanum 600.000 krónur. Tað bleiv ein øgiligur rómur í telefonini.

- Hann hevur hug at rýma nú, segði Karstin Jespersen og fegnaðist um stóra vinningin til beiggja sín.

Gekkurin næsta fríggjakvøld verður 1,2 millónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder