Í aðru royndini at snara gekkahjólinum hepnaðist, og Kringvarpið má nú senda 600.000 krónur til Runavíkar.
Orsaka av allahalganadegi í morgin varð Gekkurin í kvøld. 1,8 milliónir vóru uppá spæl, og Jóhann Gaardbo úr Runavík kom ígjøgnum við fullari plátu.
Hann valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar, soleiðis at 600.000 krónur vóru í hvørjum.
Í fyrsta snarið kom Jóhann Gaardbo á 10.000 krónur, sum varð faldað við fimm. Sostatt hevði hann 50.000 krónur, um hann valdi at steðga har. Tað gjørdi Jóhann ikki. Lukkutíð, tí í øðrum snarið hepnaðist.
Jóhann kom á gula leypin og tryggjaði sær 600.000 krónur.
- Hvat ólukkan. Hetta var ikki tað vit væntaðu, segði ein nærum málleysur Jóhann Gaardbo.
Næsta fríggjadag eru 1,3 milliónir krónur at spæla um í Gekkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald