
Í vikuni kom enn ein sending við koppingarevni hjá Pfizer/BioNTech til Føroya, og koppsetingin varð tikin uppaftur hósdagin.
Hósdagin varð koppsett á Suðuroyar sjúkrahúsi, og fríggjadagin varð hildið fram á øllum trimum sjúkrahúsum. Talan var um heilsustarvsfólk og sjúklingar í serligum vandabólki, sum vórðu koppsett.
Nú eru tilsamans 4.657 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4.051 fólk hava fingið fyrra prikið, meðan 606 eisini hava fingið seinna prikið, vísa nýggjastu tølini frá corona.fo, sum vórðu dagførd í gjárkvøldið.
Hetta svarar til, at 7,7 prosent av fólkinum í Føroyum hevur fingið fyrra prikið, og at 1,2 prosent av teimum eru liðugt koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald