Innanlands

615 fólk koppsett í gjár

Talið á liðugt koppsettum er komið upp á 40,9 prosent

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-07-09 10:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár vórðu 615 fólk koppsett. 177 fólk fingu fyrra prikið og 438 fólk fingu tað seinna.

Nú hava 31.781 fólk fingið fyrru koppsetingina, sum er 59,6 prosent av fólkatalinum. 21.811 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett. Tað eru 40,9 prosent av fólkatalinum.

Tilsamans 53.592 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder