Uttanlands

6,2 mia. krónur til enduruppbygging av Notre Dame

Á vári 2019 kom eldur í 850 ára gamlu dómkirkjuna, men í næstum kann enduruppbyggingararbeiðið endiliga fara í gongd

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-09-22 20:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað tykist at vera stórur áhugi fyri enduruppbyggingini av heimskendu Notre Dame-dómkirkjuni, sum eldur kyknaði 15. apríl 2019.

Sambært Ritzau eru peningagávur í hópatali latin til endamálið seinasta hálvtriðja árið. Higartil eru 840 mió. evrur (gótt 6,2 mia. í okkara krónum) komnar inn. Millum annað hevur franski oljurisin Total latið 100 mió. evrur.

Í eldsbrunanum misti 850 ára gamla dómkirkjan m.a. spírið, umframt at ein stórur partur av takinum varð oyðilagdur. Síðan tá hevur arbeitt verið við at tryggja bygningin fyri at gera klárt til enduruppbyggingararbeiðið, tann fyrireikingin er nú liðug, og kann arbeiðið at byggja dómkirkjuna uppaftur nú fara í gongd, og tað fer tað í næstum.

 Enn er tó ikki greitt, hvussu nógvur peningur, mann hevur brúk fyri til at byggja Notre Dame uppaftur.

Ætlanin er framvegis, at arbeiðið skal vera liðugt í apríl 2024 í sambandi við, at OL skal vera í franska høvuðsstaðnum ta árið. Arbeiðið hevur annars verið seinkað orsakað av koronafarsóttini.

Arbeiðið við at umvæla økið kring Notre Dame fer tó væntandi ikki í gongd fyrr enn í 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder