Innanlands

62 smittað í gjár

Nú eru 482 smittað við koronu í Føroyum - tað er 22 fleiri enn í gjár

2021-12-01 17:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heili 62 fólk vórðu staðfest smittað millum tær 2.445 koronaroyndirnar, sum vórðu gjørdar hetta seinasta samdøgrið.

Hóast talið ikki var líka stórt, sum dagin fyri, tá 73 tilburðir vórðu funnir, so er smittutalið framvegis so høgt, at talið av smittaðum vaksið við 22 í mun til í gjár, so tað nú eru 482 smittað í Føroyum.

Hetta seinasta samdøgrið vóru sostatt eisini 40 fólk, ið vórðu blivin frískmeldað. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder