Innanlands

62 tilburðir staðfestir í gjár

Talið á innløgdum er framvegis sjey

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-12-11 17:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

62 koronutilburðir í 3359 kanningum. Tað eru tølini frá almennu myndugleikunum fyri í gjár.

Sostatt heldur talið fram at minka eftir høgu smittutølini fyrr í vikuni sum taldu 96, 81 og 78 ávikavist mánadagin, týsdagin og mikudagin.

Hósdagin vóru 63 tilburðir, og í gjár, fríggjadagin, altso 62.

Talið á aktivum tilburðum er nú 505, sum er 23 færri enn í gjár. Sambært nýggastu tølunum eru nú sjey fólk innløgd í Sjúkrahúsverkinum við koronu. Hetta er tað sama sum í gjár. 833 fólk eru í sóttarhaldi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder