Innanlands

62N keypt Hotel Havn

Við keypinum hevur 62°N ognað sær Hotel Havn og guest house Bládýpið, ið bæði liggja mitt í hjartanum í Tórshavn

2018-07-27 14:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Vit trúgva og satsa uppá føroyska ferðavinnu, og tá ið hesin møguleikin kom at menna felagið, tóku vit sjálvsagt av, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62°N.

62°N hevur gjørt avtalu við eigararnar á Hotel Havn um, at 62°N keypir alt virksemið og allar ognirnar hjá felagnum.

Við keypinum hevur 62°N ognað sær Hotel Havn og guest house Bládýpið, ið bæði liggja mitt í hjartanum í Tórshavn. Bæði Hotel Havn og Bládýpið eru partur av eini teirri mest spennandi handilsgøtuni í býnum og einum umhvørvi, sum er í menning.

- Hesi menning vilja vit fegin gerast ein partur av og vænta okkum sjálvsagt at gerast ein aktivur viðleikari í menningini av Handilsgøtuni í miðbýnum, siga hjúnini Tummas Christophersen og Heidi Petersen, sum eiga 62°N. 

Á Hotel Havn eru 19 kømur og á Bládýpinum eru 13 kømur. Hotel Havn, ið er nýtt hotell, lat upp í 2014. Tað var Páll Breckmann, sáli, sum tók stig til at byggja Hotel Havn. Seinasta knappa árið hevur Elsa Breckmann rikið hotel og guest house saman við synunum Jógvan og Jákup Breckmann.

- Við at knýta Hotel Havn og Bládýpið afturat fjølbroytta virksemi okkara kunnu vit veita viðskiftafólki okkara, eina nógv betri tænastu, serliga er tað incoming-parturin, sum verður kappingarførari nú, og hetta fer eisini at gagna øllum felagnum, sigur Bergur Thomsen stjóri á 62°N.

62°N yvirtekur virksemið á Hotel Havn 1. august 2018.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder