Innanlands

62N: Tað er ljós fyri framman

Við tí hjálp, sum er á veg til ferðavinnuna, koma vit gjøgnum hetta, sigur Heidi Petersen, eigari av 62N, sum hevur gjørt av at seta nøkur fólk í starv aftur

Heidi Petersen, eigari av 62°N

Heidi Petersen, eigari av 62°N

2020-06-26 14:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Vit byrja so smátt at hóma ljós fyri framman, sigur Heidi Petersen, eigari av 62°N, og tí hava vit gjørt av at seta nøkur av okkara starvsfólkum aftur.

- Vinnuligi parturin av okkara ferðaskrivstovuvirksemi er ikki líka ávirkað av koronakreppuni, sum okkara frítíðarferðir eru. Og tí hava vit valt at seta nøkur ávís starvsfólk í starv aftur, sum millum annað skulu syrgja fyri, at føroysk sjófólk kunnu koma aftur og fram frá skipum og boripallum, sigur Heidi Petersen.

Hjálparpakkin skal taka broddin

Í apríl segði 62°N øllum 37 starvsfólkum úr starvi, men nú er so nøkur av hesum sett aftur.

- Støðan var sera óviss, tá vit tóku ta álvarsomu avgerðina at siga øllum okkara starvsfólkum úr starvi. Vit vistu ikki, nær og um ein hjálparpakki fór at koma til ferðavinnuna. Nú sær tað út til, at hjálp er á veg til ferðavinnuna, og tí tora vit so spakuliga at vóna, at vit yvir summar koma at seta enn fleiri av okkara starvsfólkum aftur.

62°N hevur ein stóran kundaskara, sigur Heidi Petersen, og tey vilja vit vera klár taka hond um, tá støðan loyvir tí, leggur hon afturat.

- Vit hava 62°N Hotellið í Havn, bilaleigu á flogvøllinum í Vágum umframt eina ferðaskrivstovu, sum bæði selir til føroyingar, sum vilja uttanlands, útlendingar, sum vilja vitja Føroyar og til vinnukundar, sum ferðast út í heim.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder