Innanlands

63 nýggir koronutilburðir - talið av innløgdum er minkað

Talið av smittaðum er næstan júst tað sama, sum í gjár. Positivprosentið er beint yvir tvey

2021-12-10 17:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

63 nýggir koronutilburðir vóru staðfestir í gjár.

Hetta vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum, ið hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2906 kanningar vórðu gjørdar, og tað merkir, at positivprosentið er 2,17. 57 fólk eru ikki longur skrásett sum smittað, og tað merkir, at í løtuni eru 525 smittað við koronu í Føroyum.

Miðalsmittutalið er nú á 68, og skal tí ikki nógv longur upp fyri at vera verðandi í gula stignum í ljóskurvaskipanini, sum landsstýrið hevur sett í gildi. Eru fleiri enn 75 tilburðir um dagin í eina viku, verða upp aftur fleiri avmarkingar enn tað eru nú.

Heimasíðan korona.fo skrivar, at sjey eru innløgd við koronu í Føroyum í løtuni. Hetta eru trý færri, enn tað vóru í gjár. Tað merkir, at trýstið á sjúkrahúsverkið ikki er hækkað, tó at nógv starvsfólk eru smittað, og smittutalið fyri dagin í gjár merkir eisini, at vit í løtuni ikki heilt eru á veg upp á stig trý - reyða stigi - ið næstan er ein afturlating í samfelagnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder