
Nú eru tilsamans 7.563 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4.251 hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 3.312 eisini hava fingið seinnu koppsetingina og sostatt eru liðugt koppsett.
Í gjár vórðu 168 fólk koppsett. 12 fingu fyrru koppsetingina, meðan hini 156 fingu seinnu koppsetingina. Talan var serliga um sjúklingar í serligum vandabólkum.
Koppsett verður aftur í dag og møguliga í morgin, skrivar corona.fo. Síðani verður ein stuttur steðgur, meðan bíðað verður eftir meira koppingarevni, sum eftir ætlan kemur mikukvøldið.
Í løtuni er støðan tann, at átta prosent av fólkinum í Føroyum hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 6,3 prosent hava fingið báðar koppsetingarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald