2021-10-31 17:15

Koronutølini í Føroyum eru framvegis stór. Í gjár vóru 63 tilburðir staðfestir sambært landslæknanum.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
3087 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. 23 fólk eru blivin frísk aftur eftir at hava verið positiv, og talið á aktivum tilburðum er tí 705.
718 fólk eru í sóttarhaldi og sjey fólk eru innløgd við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald